Í gjár gjørdist greitt, at tveir føroyingar við koronasmittuna vóru innlagdir.
Les eisini: Tveir føroyingar innlagdir við koronasmittu
Til tað hevur Landssjúkrahúsið eina deild, har tað sambært kvf.fo fyribils eru sjey einastovur.
Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, segði í Dag & viku í gjárkvøldið, at støðan hjá sjúklingunum er eftir umstøðunum góð.
Tað er hon framvegis í dag. Talan er ikki um nakra kritiska støðu, men sjúklingarnir, ið er síðst í trítatiárinum og í fýrsunum, hava tørv á viðgerð á sjúkrahúsinum.
Tað gekk næstan ein mánaði frá fyrsta koronatilburðinum í Føroyum, til nakar var innlagdur orsaka av virusinum. Landssjúkrahúsið hevur seinastu tíðina brynjað seg til støðuna.
Innanlands
Støðan hjá teimum innløgdu er eftir umstøðunum góð
Tvey fólk liggja á Koronadeildini á Landssjúkrahúsinum - ein persónur er síðst í trítatiárinum, og hin er í fýrsunum
(Mynd: Ólavur Frederiksen)
2020-03-24 13:25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald