Innanlands

Støðga at koyra á fleiri leiðum - eingin koyring í morgin

Veðrið ávirkar samferðsluna. Dagsins seinastu túrar hjá Strandferðslini á m.a. leiðunum við Skálafjørðin, í Suðuroynni og úr høvuðsstaðnum eru nú seinnapartin - vindferðin er høg nógvastaðni kring landið

2024-01-30 13:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veðurstovu Føroya hevur sagt frá nógvum vindi í dag og til í morgin. Løgreglan hevur eisini heitt á fólk um, at tryggja leysar lutir og tilfar, sum kunnu vera til ampa ella skaða um hesi fara á flog í vindinum.

Hvirlurnar hava gjørt eitt sindur um seg - millum annað fór ein vørubilur í vindinum á Kambsdali - og tað er nógvur vindur ymsastaðni í landinum.

Nógvi vindurin ávirkar almennu samferðsluna. Smyril siglir ikki meira í dag og helst ikki tíðliga í morgin. Fyri veður er heldur ongin sigling á leið 61 (Gamlarætt - Hestur), tað ið eftir er av degnum, týsdag. Fyri veður verður heldur ongin sigling á har í morgin, mikudagin 31. januar.

Soleiðis er eisini við flestu Bygdaleiðum. Tað er ógvuliga gult á ssl.fo, har dagført verður um broytingar í samferðsluni. Á summum leiðum verður ikki koyrt í løtuni, og millum annað í Eysturoynni, í Suðuroynni og úr Havnini og vestureftir, verða síðstu túrarnir í dag koyrdir nú seinnapartin

[object Object]
Mynd: ssl.fo

fult yvirlit HER

Tað verður so at siga eingin almenn koyring út ímóti kvøldinum, og Strandferðslan hevur longu boðað frá, at fyri veður verður ongin koyring á Bygdaleiðum mikudag 31. januar. Um viðrar verður koyrt aftur smbr. ferðaætlan hósdagin 1. februar.

Veðrið á Portalinum sæst her
Sí yvirlit yvir koyrilíkindi hjá Landsverki her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder