- Eg kom ikki heim við úrslitinum, eg hevði droymt um, men eg kom heim við nøkrum øðrum. Eg helt lyftið, sum eg gav mammu, og lyftið til mín sjálvs. Tað velji eg at taka við mær víðari, skrivar Anna Røskva Strøm Randidóttir Rødgaard á Instagram, nú frumsýning av Den store bagedyst var í Danmarks Radio í gjár.
Tí tað gjørdist ein stutt vitjan hjá tvørakvunnuni í væl umtóktu sendingini hjá DR.
Hon reyk nevniliga út sum tann fyrsta.
Fyrsta uppgávan hjá luttakarunum hesaferð var at gera eina kaku, sum vísir, hvørji tey eru. Anna Røskva valdi her at baka eina kaku við føroyskum rabarbum og mynstrum frá føroysku troyggjuni, hon var í. Kakan skuldi minna hana um mammuna, sum hon misti fyri nøkrum árum síðan.
Hetta gekk mestsum eftir ætlan og kakan eydnaðist væl.
(Mynd: Carsten Mol / DR)
Onnur uppgávan var at saman við einum øðrum luttakara gera smákakur og hetta gekk heldur illa hjá tvøradamuni.
Saman við tveimum øðrum endaði hon í vandabólkinum, og tey trý skuldu í hvør sínum lagi sannføra dómararnar um, at tey skuldu halda fram.
Uppgávan var at baka eina kaku sum líktist urtapottum. Anna Røskva valdi at gera eina urtapottakaku við onkrum sum minti um føroysku tjóvarblómuni, sølju. Heldur ikki her gekk sum ætlað.
- Eg fekk so nógvar nervar og nógvar kenslur í kroppin, at eg undir upptøkunum fekk eitt óttaherindi. Hetta var ein síða av upplivingini, sum ikki var at síggja á skíggjanum. Tað var hart. Rættiliga ræt. Men eg valdi at vera standandi. Eg arbeiddi meg gjøgnum óttan og helt fram - sjálvt um alt inni í mær hevði hug at geva upp, skrivar Anna Røskva.
Hetta var tað hjá Annu Røskva Strøm Randidóttir í "Den store bagedysten" í hesum umfarinum í øllum førum.
Den store bagedyst sæt á DRTV her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald