Innanlands

Stolið fyri umleið 3.000 krónur í Rúsuni

Hetta hendi í Havn í gjár. Løgreglan heldur seg vita, hvør hevur framt stuldurin

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at har eru fleiri vakmyndatól á staðnum - og tosast skal við mistonkta persón (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at har eru fleiri vakmyndatól á staðnum - og tosast skal við mistonkta persón (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-18 08:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, hósdagin, varð eitt mál um stuldur meldað.

Tað var í Rúsdrekkasølu Landsins í høvuðsstaðnum, at onkur hevði stolið vørur fyri eitt virði á samanlagt umleið 3.000 krónur.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at har eru fleiri vakmyndatól á staðnum, og at arbeitt nú verður við málinum.

- Vit halda okkum vita, hvør tað var, sum gjørdi hetta. Og vit fara at tosa við viðkomandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder