Tað er upp til tey 31 Nato-limalondini at avgera framtíðina, sigur Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari.
Jens Stoltenberg hevur verið Nato-aðalskrivari síðan 2014, og hevur hann áður boðað frá, at hann ætlar at fara frá í heyst og ongar ætlanir hevur um at leingja sína embætistíð. Men í gjár segði hann við miðlarnar í Brússel, at tað er upp til tey 31 Nato-limalondini at avgera.
– Tá tað snýr seg um eftirmann mín, er tað ein avgerð, sum skal takast av teimum 31 Nato-londunum. Eg havi ábyrgdina av øllum avgerðum í samgonguni uttan eina. Tað er mín framtíð. Tað er upp til tey 31 sameindu at avgera, segði hann sambært Ritzau.
Stoltenberg legði tó eisini afturat, at hann framvegis ongar ætlanir hevur um at fáa longt sína embætistíð.
Søgur hava gingið um, at danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen er í uppskoti til at yvirtaka embætið eftir Stoltenberg, men hesum hevur hon sjálv víst aftur.
Sambært blaðnum Financial Times ynskja leiðarar í Nato-londunum eisini at leingja embætistíðina hjá Stoltenberg, og hesum sigur Mette Frederiksen seg taka undir við.
– Um vit kunnu fáa hann at halda fram, vildi eg mett, at tað er ein sera, sera góð loysn, sigur hon.
Nato-aðalskrivarin verður valdur í fýra ár í senn, og í fjør endaði seinna fýraáraskeiðið hjá Stoltenberg, men eftir áheitan longdi hann sína embætistíð við einum ári orsakað av krígnum í Ukraina.
Í juli mánað verður Nato-toppfundur í Vilnius í Litava, og tá verður greitt, hvør skal standa á odda fyri Nato komandi árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald