Norska løgreglan ger ikki meira við vanlukkuna á føroyska seksæringinum Naddoddi, sum týskvøldið holvdi einar 14-15 fjórðingar út fyri Stad í Norra.
Vanlukkan kravdi lívið á einari 29 ára gamlari kvinnu úr Meksiko.
Tey fimm av manningini, sum vórðu bjargað, eru avhoyrd av løgregluni.
Trý neyðarkøll
Tvær ferðir týskvøldið bleiv bjargingarátak sett í verk av Naddoddi.
Tá bjargingarmanningin kom til Naddodd fyrstu ferð, helt bátsmanningin at tað varð leitað eftir onkrum øðrum. Manningin signaleraði at alt var í lagi, sigur løgreglan í tíðindaskrivi.
Tá tað so kom eitt nýtt neyðarkall, varð mett, at talan var um nýggjan falskan alarm. Rykt bleiv ikki út fyrr enn triðja neyðarkall kom og sporingin til bátin hvarv.
Stutt kann sigast, at manningin hevur greitt frá, at veðrið var ógvuliga skiftandi. Tey hava greitt frá, at fyrstu neyðarkallingini munnu vera send út sjálvirkandi uttan, at manningin sjálv helt seg vera í havsneyð.
(Mynd: Forsvaret/Kystvakten)
Eingin kann ábyrgdast
Løgreglan sigur hetta vera eina syrgiliga vanlukku, og at eingin kann revsiábyrgdast fyri at hon kravdi eitt mannalív. Hetta var ein privat ferð sum manningin sjálv hevði tikið stig til.
Veðrið á túrinum bleiv væl verri enn tað skuldi vera.
Stóra seglið varð tikið niður, og eitt minni segl varð uppi tá ein stór alda kom aftanifrá og holvdi Naddodd, sigur løgreglan.
Føst undir bátinum
Øll seks av manningini endaðu á sjónum, men 29 ára gamla kvinnan sat føst undir bátinum.
Manningin kláraði til endans at fáa hana leysa, men eftir roynd at lívbjarga, staðfestu tey, at lívið ikki stóð til at bjarga.
Tey fimm kláraðu at koma í gummibjargingarbátin, og vórðu síðan bjargað upp av tyrlum.
Naddoddur legði frá landi við Naddoddaneystið á Tvøroyri leygardagin. Báturin holvdi týskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald