2018-09-28 15:05
Stór politiaktión er í løtuni á Sjællandi í Danmark, og leitað verður eftir í øllum førum einum farligum gerningsmanni.
Løgreglan eftirlýsir ein svartan Volvo V90 við nummarpátini ZBP 546. Í bilinum eru væntandi tríggir persónar, sum verða settir í sambandi við alvorligan kriminalitet.
Dr.dk skrivar, at Volvo-bilurin er skrásettur í Svørríki.
Sambært Danmarks Radio er danska fregnartænastan PET og danska verjan eisini eru við í stóru politiaktiónini.
Brúgvar vóru stongdar og ferjur vóru lagdar fyrr í dag, og somuleiðis hevur tokferðslan hjá DSB verið steðgað í sambandi við hetta.
Nú koyrir ferðslan aftur í fleiri støðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald