
Arbeiðsumhvørvisráðið og Arbeiðs- og brunaeftirlitið bjóða til arbeiðsumhvørvisráðstevnu við Tjarnir fríggjadagin 31. oktober 2025 kl. 09-16.
Endamálið við ráðstevnuni er at stimbra og geva íblástur til trygdarumboð, bólkar og nevndir á føroyskum arbeiðsplássum – bæði tey, sum starvsfólkini velja, og tey, sum leiðslan tilnevnir.
Ráðstevnan setur sjóneykuna á týdningarmikla leiklutin hjá trygdarumboðum serliga á smærri arbeiðsplássum, har tað mangan kann vera torført at átaka sær uppgávuna.
Skráin bjóðar m.a. frágreiðingar frá fólki við royndum úr arbeiðsumhvørvi í Føroyum, har bæði góðar og minni góðar upplivingar verða deildar. Eisini verður annað atilfar á skránni.
Luttøka er ókeypis, og tilmeldingarfreistin er mikudagin 15. oktober 2025.
Vinnuhúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald