Mentan

Stór skótalega í Leirvík næstu dagarnar

Umleið 500 skótar úr 20 ymiskum londum luttaka

(Mynd: Halbjørg Poulsen)

(Mynd: Halbjørg Poulsen)

2025-07-31 18:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í kvøld fer stór skótalega, Brekkulegan, av bakkastoki í Leirvík. Næstu dagarnar fara umleið 500 skótar frá 20 ymiskum londum at búgva stórum tjaldingarøki við síðurnar av LÍF-húsinum uppi í Brekkum.

Harafturat vera hjálparfólk, so tilsamans er talið eini 600 fólk.

Á skránni verður jarnsmíð, síðing, pionering, tunnuflakar og mangt annað.

Ein partur av luttakarunum er úr Føroyum, men luttakarar koma eisini úr Kanada, Afrika og Norðanlondum.

Í 80'unum var eisini skipað fyri einari legu í Brekkunum, og nú verður roynt aftur. Hesaferð er legan nakað væl størri í vavið, tí tá luttóku einir 120 skótar.

Brekkulegan verður sett klokkan 20 í kvøld og heldur fram til 5. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder