Uttanlands

Stór útskifting í grønlendska landsstýrinum

Fyrrverandi landsstýrismaðurin, Múte B. Egede, sum var landsstýrismaður við fíggjarmálum, tekur sær nú av uttanríkismálum umframt vinnu- og ráevnismálum

Múte B. Egede, sum nú tekur sær av m.a. uttanríkismálum, og Jens-Frederik Nielsen í Inatsisartut í gjár (Mynd: EPA)

Múte B. Egede, sum nú tekur sær av m.a. uttanríkismálum, og Jens-Frederik Nielsen í Inatsisartut í gjár (Mynd: EPA)

2026-04-15 17:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stór útskifting var í politisku leiðsluni í Grønlandi í gjár, nú grønlendska landstingið, Inatsisartut, kom saman til vársetuna.

Fýra nýggj fólk vórðu útnevnd til nýggj landsstýrisfólk. Tey fýra nýggju eru Mariane Paviasen Jensen, Jørgen Rosbach, Iddimanngiiu Bianco og Maritha Broberg. Tey koma inn fyri Naaja Nathanielsen, sum nú er fólkatingslimur, Vivian Motzfeldt, ið hevur meldað seg úr Siumut, og nú er uttanflokkalimur í Inatsisartut, Maasi Pedersen (IA) og Bentiaraq Ottosen (Demokraatit).

Ein ávís umskipan av málsøkjunum er eisini fram. Nýggja landsstýrið í Grønlandi sær nú soleiðis út:

  • Jens-Fredrik Nielsen (Demokraatit): Landsstýrisformaður
  • Múte B. Egede (IA): Landsstýrismaður við uttanríkis-, vinnu- og ráevnismálum
  • Aqqaluaq B. Egede: Landsstýrismaður við fíggjarmálum
  • Nivi Olsen (Demokraatit): Landsstýriskvinna við menta-, undirvísingar-, ítrótta- og kirkjumálum
  • Jørgen Rosbach (Demokraatit): Landsstýrismaður við umhvørvis-, náttúru-, orku- og granskingarmálum
  • Mariane Paviasen Jensen (IA): Landsstýriskvinna við Barna- og ungdómsmálum, javnstøðu- og løgmálum
  • Anna Wanengheim (Demokraatit): Landsstýriskvinna við heilsu- og brekmálum
  • Iddimanningiiu Jensen Bianco (IA): Landsstýriskvinna við íbúar-, undirstøðukervi, útjaðara- og tilbúgvingarmálum
  • Peter Borg (Demokraatit): Landsstýrismaður við fiskivinnu-, veiði-, landbúnaðar- og sjálvbjargnismálum
  • Maritha Broberg (Atasut): Landsstýriskvinna við sosial-, arbeiðsmarknaðar, familju- og innanlandsmálum.

Floksleysur tingformaður

Veljast skuldi eisini nýggj forfólk fyri landstingið, Inatsisartut. Formansskapurin skuldi veljast av nýggjum, tí Kim Kielsen síðan seinastu setu hevur meldað seg úr flokkinum Siumut, eins og Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna, gjørdi.

Her hendi tað, at Kim Kielsen, sum nú er floksleysur varð afturvaldur til formann, og floksleysa Vivian Motzfeldt, varð vald til varafólk hjá honum. Hini í formansskapinum eru Miki Karlsen, Pipaluk Lynge, Aki Mathilda Høegh-Dam og Kuno Fencker.

Kelda: knr.gl 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder