Innanlands

Stór verkætlan um børn og ung í Vága kommunu

Dorthea Højgaard Dam sett at fremja verkætlanina og skipa arbeiðið 

2021-09-08 20:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frítíðar- og ungdómstilboð hava ein týðandi leiklut fyri eina kommunu. Sum eitt tað fyrsta nýggja býráðið í Vága kommunu gjørdi tá tað kom til í januar 2021, var at seta ein arbeiðsbólk at koma við eini frágreiðing og tilmælum um, hvussu barna- og ungdómsøkið í kommununi best kann skipast.

Uppgávan hjá arbeiðsbólkinum var, at kanna hvørji tilboð, bæði kommunal og onnur, eru í kommununi, og at kanna hvør tørvur er á nýggjum og fleiri tilboðum til børn og ung.

Arbeiðsbólkurin fór til verka beinanvegin. Í tilgongdini at orða tilmælini, vórðu ymiskir partar hoyrdir og stórur dentur varð lagdur á at hoyra tey ungu, og at taka útgangsstøði í teirra hugsanum og ynskjum til eitt gott barna- og ungdómslív sum er livandi, mennandi og fjølbroytt.

Frágreiðingin varð handað Bjarna Prior, borgarstjóra, sum legði hana fyri býráðið til støðutakan fyri summarsteðgin. Býráðið avgjørdi at fylgja tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum um, at seta ein verkætlanarleiðara, at arbeiða víðari við teimum tilmælunum arbeiðsbólkurin var komin við. 

Avgjørt er, at seta Dortheu Højgaard Dam, virkandi leiðara á Smílikulluni og Ungdómshúsinum, í tíðaravmarkað verkætlanarstarv, at fremja verkætlanina og skipa arbeiðið. Dorthea er útbúgvin námsfrøðingur og hevur drúgvar royndir í leiðandi størvum innan hjálparfelagsskapir og at menna og gjøgnumføra langtíðarætlanir saman við privatum og almennum myndugleikum í Íslandi.

Dorthea Højgaard Dam byrjar í starvinum 1. oktober. Eftir ætlan verða fyrstu úrslitini frá verkætlanini at síggja um nýggjársleitið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder