Innanlands

Stór vinnuútstykking á Ovara Hjalla

Tórshavnar býráð samtykti í gjár endaliga útstykkingina, og aftaná varð sáttmáli undirskrivaður við Articon

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-07-06 12:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi endaliga útstykkingina við aðru viðgerð á býráðsfundi í gjár, og aftaná varð sáttmáli undirskrivaður við Articon uppá 49 milliónir kronur. Aftrat hesum kemur keyp av lendi v.m.

Talan er um 28 vinnustykkir frá umleið 2000 fermetrum upp til 10.000 fermetrar. Fleiri eru av teimum smærru, skrivar Tórshavnar kommuna.

Tey, sum standa á bíðilista, fáa í næstum bjóðað stykki. Stykkini skulu verða liðug tann 1. juni 2025, og fermetrakostnaðurin er 1.500 krónur.

Eitt stykki, sum verður býtt upp í fleiri stykkir, verður lagt av til at bjóða út til smærri fyritøkur. Økið liggur í B4-økinum í almennu byggisamtyktini og er ætlað umhvørvisflokkum 2-4.

Fyri at fáa tillutað vinnustykki ber til at skriva seg upp á ein bíðilista. Vinnustykkini verða lutað út eftir fyriskipanini “Reglur fyri upptøkur og viðgerð av umsóknum um vinnustykki”, skrivar kommunan.

[object Object]
(Mynd: Tórshavnar kommuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder