Stórabretland er til reiðar at bjóða næstan trimum mió. íbúgvum í Hong Kong bretskan ríkisborgaraskap.
Hetta tilboðið kemur í kjalarvørrinum á royndini hjá Kina at seta kinesiska trygdarlóg í gildi í fyrrverandi bretska hjálandinum – nakað, sum borgarar í Hong Kong mótmæla.
Bretski uttanríkismálaráðharrin, Dominic Raab, sigur, at Bretland ætlar at bjóða 300.000 av íbúgvunum í Hong Kong bretskan ríkisborgaraskap.
Hetta tilboðið, sum er galdandi fyri tey, ið hava bretskt pass og vóru búsitandi í Hong Kong áðrenn 1997, tá Hong Kong varð handað aftur til Kina, verður galdandi, til Kina tekur umstrídda lógaruppskotið aftur.
Sambært bretsku stjórnini er talan tó um langt fleiri enn 300.000 – talið er nærri 2,9 mió. Tó ætlar stjórnin at kanna møguleikarnar at bjóða teimum øllum at søkja um uppihaldsloyvi og síðani ríkisborgaraskap, skrivar Ritzau.
Stýrið í Beijing samtykti uppskotið um nýggju trygdarlógina hósdagin. Lógin gevur Kina valdið til at gera lógir fyri Hong Kong í sambandi við at fyribyrgja og revsa yvirgang, loysingarroyndir og útlendska uppílegging.
Lógin kemur eftir ætlan í gildi áðrenn september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald