Uttanlands

Stórabretland: Fara nú at koppseta børn millum fimm og 11 ár

Tað verða tó bert børn, sum eru í vandabólki ella búgva saman við onkrum, sum er í vandabólki, sum fáa tilboð um hetta

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-01-30 10:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vikuni fer eisini Stórabretland at bjóða børnum í aldursbólkinum fimm til 11 ár koppseting fyri koronu. Men hetta verður bert galdandi fyri børn, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk við koronu ella børn, sum búgva saman við fólki, sum eru í serligum vanda.

Sambært tíðindastovuni Reuters hava bretsku heilsumyndugleikarnir sostatt ongar ætlanir um at koppseta øll í hesum aldursbólkinum eins og eitt nú USA og Ísrael.

Í Onglandi eru nógv børn smittað við koronu í løtuni, og bretska hagstovan metir, at nærum 12 prosent av yngru skúlabørnum høvdu koronu í farnu viku.

Í Føroyum boðaði koppsetingarbólkurin fríggjadagin frá, at koppseting av børnum millum fimm og 11 ár er eitt tilboð, og verður sostatt ikki beinleiðis mælt til at koppseta frísk børn.

Les eisini: Koppseting av børnunum er eitt tilboð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder