Uttanlands

Stórabretland flutt 1.888 fólk úr Sudan

Stórabretland hevur síðan týsdagin sent 21 flogfør eftir bretskum ríkisborgarum

Bretar á veg umborð á flogfar hjá bretska herinum (Mynd: Reuters)

Bretar á veg umborð á flogfar hjá bretska herinum (Mynd: Reuters)

2023-04-30 14:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tíðina hava fleiri lond flutt ríkisborgarar sínar úr Sudan, sum hevur verið rakt av ófriði, og bretska uttanríkismálaráðið boðar nú frá, at tey hava verið eftir øllum bretskum ríkisborgarum í landinum.

Tilsamans hevur Stórabretland síðan týsdagin flutt 1.888 persónar úr landinum á 21 flogførum. Meginparturin av teimum eru bretar, skrivar Reuters.

Onnur, sum ikki hava kunnað flogið, eru farin úr landinum umvegis landamørkini.

Higartil hava í minsta lagi 512 persónar latið lív í ófriðinum í Sudan. Umframt hetta eru í minsta lagi 4.192 særd. Talið verður tó mett at vera munandi hægri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder