Tað skal verða bannað bretum, sum eru føddir eftir 2008 at keypa tubakk í Stórabretlandi, hevur bretska tjóðartingið avgjørt.
Nýggja lógin, sum á enskum eitur "The Tobacco and Vapes Bill" varð góðkend av bretska tjóðartinginum fyrr í vikuni, og í komandi vikuni fær hon væntandi kongaliga góðkenning og kann harvið koma í gildi.
Lógin umfatar tey, sum eru fødd 1. januar 2009 og seinni.
– Børn í Stórabretlandi verða partur av fyrsta roykfría ættarliðnum og verða vard móti einum heilum lívi við bundinskapi og teimum skaðum, sum fylgja við, sigur bretski heilsumálaráðharrin, Wes Streeting í tíðindaskrivi sambært Ritzau.
Hann sigur, at fyribyrging er betri enn viðgerð, og fer nýggja lógin at bjarga lívum og lætta um trýstið á heilsuverkinum og byggja upp eitt sunnari samfelag.
Í november í fjør kom eitt líknandi forboð í gildi á Maldivunum, sum er galdandi fyri persónar, sum eru føddir í 2007 ella seinni.
Fyrsta landið at koma við slíkari lóg var Nýsæland, sum í 2022 samtykti eitt forboð fyri persónar føddir eftir 2008. Tann lógin bleiv tó rullað aftur í november 2023, tá ein nýggj stjórn tók við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald