Innanlands

Stórar kreftir í gongd í Nólsoy

Fótbóltsvøllurin mitt á eiðinum líkist meira einum grótbroti

2020-03-01 12:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kreftirnar hava verið øgiligar í eystanstorminum, sum bardi móti Nólsoynni í gjár. Alt stóð undir í einum, sjórokið skolaði yvir um oynna, har hon er smalast, og í morgun sæst úrslitið.

Væl umtókti fótbóltsvøllurin har oyggin er smalast líkist í dag meira einum grótbroti, og har skal stóra umvælingararbeiði gerast, áðrenn nólsoyingar og gestir aftur kunnu stuttleika sær við bóltspæli har á staðnum.

Sum sæst á myndunum, sum Carsten við Sandá Thomsen hevur sent okkum, er støðan meinlík teirri, sum var í 2008.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder