Stórbilar hevur í dag keypt MM Service frá Marna Weihe og Magna Mikkelsen.
Fyri Stórbilar er keypið liður í framhaldandi menningini av felagnum, og málinum um at vera ein hollur og sterkur heildarveitari til føroysku flutningsvinnuna.
MM Service er kent fyri høgt tænastustøði, og fyri evnini at finna góðar og skjótar loysnir til kundarnar. Tí fegnast nýggju eigararnir um, at bæði Magni og Marni halda fram í felagnum.
Stórbilar hava stórar ætlanir fyri framman, har kundarnir fáa bjóðað enn fleiri nýggjar vørur og tænastur.
MM Service heldur til í egnum bygningi á bryggjuni í Søldarfirði, og ætlanin er at halda fram at virka har.
MM Service er kent fyri drúgvar royndir innan umvæling og viðlíkahald av nærum øllum sløgum av vognum og lastbilum. Felagið hevur eisini eitt stórt úrval av eykalutum, ljósum og øðrum lutum til vognar og lastbilar.
- Vit hava nú tveir vælútgjørdar bygningar og tvey nútímans verkstøð, umframt enn fleiri dugnalig starvsfólk við drúgvum royndum, bæði úr Føroyum og útlondum. Málið er at veita bestu tænastuna til lastbilar, trekkjarar, bussar, síðulyftarar, leguvognar o.a. Nú fara vit undir at samkoyra veitingar okkara, so kundarnir fáa fullan ágóða av tí samanlagda virkseminum, sigur Páll Rói Poulsen, stjóri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald