Innanlands

Stórfingin gospelkonsert á Summar Festivalinum

Fýra solistar fara at syngja kendar sangir á Vágsbø

2018-07-08 16:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ársins Summar Festivalur bjóðar stórfingnað gospelkonsert á Vágsbø. Fýra føroyskir solistar fara at framføra kendar gospelsangir saman við væl spælandi bólki. Solistarnir verða Vanja Carlsen, Heine Lützen, Fríðbjørg Jensen og Ólavur á Váli Olsen.

Hetta verður ein nostalgisk gospelkonsert við kendum sangarum, sum fara at syngja sangir, ið mong munnu kenna frá útgávum og útvarpi.

Vanja Carlsen fer at syngja nakrar av sangunum, ið hon innspældi sum ung genta – eitt nú »Tað lítla ljós« og »Eyga oyra fótur«. Hetta vóru sangir, sum føroyingar veruliga tóku til sín.

Heine Lützen var eitt skifti sangari í bólkinum Samsint, sum gav eina útgávu út. Heine fer á hesari konsertini at syngja sangir hjá Samsint – til dømis »Vit vóru orsøk«.

Fríðbjørg Jensen hevur verið sera nógv spæld í føroyskum útvarpi, og nú kemur hon fyri fyrstu ferð á Summar Festivalin at syngja. Fríðbjørg fer at tríva í sangir sum »Góðir vinir« og »Sonur mín«.

Ólavur á Váli

Ólavur á Váli Olsen fer á hesari konsert at tulka sangir, sum mammubeiggin Ólavur á Váli, sáli, innspældi og var kendur fyri at syngja. Ólavur á Váli Olsen fer at syngja sangir sum »Mær er sagt um ein stað« og »Flytifuglarnir«.

Solistarnir fara at framføra saman við bólki, sum verður mannaður við hesum tónleikarum: Henning Nicodemussen (trummur), Jónsvein Heinesen (ljómborð og kór), Noe Chaparro (gittar), Kristoffur Mørkøre (bass), Laila Carlsen (kór) og Barbara Chaparro (kór).

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 9. til 11. august. Gospelkonsertin verður á Vágsbø leygardagin 11. august kl. 16.00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder