Løgreglan fekk seinnapartin í gjár fráboðan um, at stórir trupulleikar vóru í Leynum av bilum, sum stóðu skilaleyst parkeraðir bæði á kommunalum vegi og landsvegi
- Hetta er ein afturvendandi trupulleiki, tá sólin skínur og fólk vilja sleppa oman á Leynasand at njóta góðveðrið, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni.
Trupulleikin er stórur. Talan var um upp móti hundrað bilum í gjár, kanska fleiri, sum stóðu skilaleyst parkeraðir.
- Fleiri staðni var ikki møguligt hjá størri akførum at sleppa framvið. Tað kann enda í vanlukku, um sjúkrabilur ella sløkkiliðsbilur skal tann vegin, sigur vaktleiðarin.
Løgreglan hevur møguleikar at skriva út parkeringsbøtur, men tey valdu ikki at gera tað í gjár.
- Vit høvdu nógvar aðrar uppgávur um júst tað mundið, men bøtur er heldur ikki loysnin í slíkum føri. Okkara áheitan skal vera, at borgarin hugsar seg um, hvar hann parkerar, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Vit kunnu leggja afturat, at tað kanska var eitt hugskot at kommunali myndugleikin gjørdi okkurt við trupulleikan, kanska eitt parkeringspláss, tí tað er ein sannroynd, at Leynasandur verður nógv vitjaður tá veðrið er lokkandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald