Mentan

Stórir trupulleikar við gjaldskortum

Tað riggar ikki at keypa við gjaldskorti í løtuni. Hetta ávirkar nógvastaðni og millum annað á G! festivalinum

2025-07-19 19:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein feilur hjá Nets ger, at tað í øllum norðurlondum, harímillum Føroyum, ikki ber til at keypa við gjaldskorti.

Hetta ávirkar sjálvandi nógvastaðni og millum annað á G! festivalinum, sum koyrir á triðja degnum í Syðrugøtu.

Talsfólk hjá Nets sigur, at tey ikki kenna feilin enn, men hetta verður kannað.

Eftir øllum at døma er tað galdandi fyri øll sløg av korti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder