Innanlands

Stórmøti á Skúlanum á Fløtum

Vikuskiftið 25. - 27. oktober skipar verða stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini

Um vikuskiftið verður skipað fyri stórmøtum í Skúlanum á Fløtum í Havn (Savnsmynd)

Um vikuskiftið verður skipað fyri stórmøtum í Skúlanum á Fløtum í Havn (Savnsmynd)

2024-10-21 15:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vikuskiftið 25.-27. oktober skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri árligu Stórmøtunum í Skúlanum á Fløtum í Havn.

Yvirskriftin fyri Stórmøtini í ár er: "Hvar finna vit vón í eini ótryggari tíð?"

Høvuðstiltøkini eru stórmøti hvørt kvøld við dugnaligum talarum og góðum sangkreftum, og skráin er fjølbroytt, skrivar Kirkjuliga Heimamissiónin.

Møtir verða fríggjakvøldið og leygarkvøldið klokkan 19, og sunnukvøldið klokkan 18. Junior-tiltak er á skúlanum samstundis sum møtini eru fríggjakvøld og leygarkvøld. Aftaná møtini hesi bæði kvøldini verða eisini ungdómsmøtir á skránni klokkan 21.30.

Sunnudagin verður eitt stórt familjutiltak – sonevnda SIMBA-hittið – og verður tað kl. 15. Aftaná tað eru øll boðin til nátturða, og síðan til møti kl. 18.

Leygardagin klokkan 14 er eisini ein serligur temadagur í Meinigheitshúsinum í Havn við yvirskriftini “At raðfesta tíð við Gudi í einum upptiknum gerandisdegi”.

Øll skráin kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder