
- Vit eru sera væl nøgd við hesar fyrstu tvær vikurnar. Loysnirnar hava sum heild virkað væl higartil, og vit fegnast um góðu móttøkuna millum borgararnar, sigur verkætlanarstjórin í Talgildu Føroyum, Nicolaj M. Balle.
Hann heldur, at tað var ein røtt politisk avgerð, sum var tikin í 2014, at Føroyar skuldu fara undir at gera egna talgilda skipan.
- Undirtøkan er størri enn væntað. Sjálvandi eru tað flest, sum koma fyrstu dagarnar, og so dalar talið eitt sindur og leggur seg á eitt javnt støði. Talan verður um eina leypandi tilgongd teir komandi mánaðarnar, men vit vænta, at verulig ferð kemur á, tá bankarnir fara at brúka Samleikan til sínar netbankar, sigur Nicolaj M. Balle.
Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti, sum er nýggja blaðið hjá Portalinum, og sum kemur út hvønn leygarmorgun klokkan 7.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald