Innanlands

Størsta byggiverkætlanin hjá Bústøðum

Klárt verður at flyta inn í fyrstu íbúðirnar á Ólinshædd 2 komandi summar

2019-11-18 18:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Verkætlanin Óðinshædd 2, sum er higartil størsta verkætlan hjá Bústøðum, er nú komin væl ígongd. Talan er um 70 íbúðir í eini verkætlan, ið er býtt sundur í fýra byggistig.

Tær 10 íbúðirnar, sum eru í byggistig 1, eru nú innilokaðar og verða nú fyrireikingar gjørdar til næstu byggistigini.

Í 2016 vórðu tær 22 íbúðirnar, ið eru vestanfyri á Óðinshædd, tiknar í brúk. Tað var Spf. Bulur, sum stóð fyri byggingini av íbúðunum, sum Palli Gregoriussen teknaði. Meðan tær vórðu bygdar, eydnaðist tað Bústøðum at keypa trý grundøkir eystanfyri á Óðinshædd, í alt góðar 9.500 fermetrar, frá privatum fyritøkum og frá Tórshavnar kommunu.

Verkætlanin, sum nú er ígongd, er teknað av Spf. Kontrast og er tað Spf. Húsavarðatænastan sum er heildararbeiðstakari.

Tær 70 íbúðirnar eru býttar upp í 60 íbúðir á 80 fermetrar og 10 íbúðir á 40 fermetrar. Ein partur av íbúðunum verður eftir ætlan seldur frá sum lutaíbúðir. Nærri verður kunnað um hetta fyrst í komandi ári.

Bústaðir vænta, at byggistig 1 kann takast í nýtslu á sumri komandi ár, meðan øll byggingin eftir ætlan verður liðug í 2022.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder