Innanlands

Størsta First Lego League-kappingini higartil í Føroyum verður leygardagin

Næstan 40 lið úr øllum Føroyum skulu kappast í skúlanum á Fløtum. Tvey tey fremstu vinna seg víðari til norðurlendsku finaluna tann 29.november í Odense

Tey ungu læra av tí, sum fjalir seg í jørðini  - Evnið í ár er Unearthed, sum snýr seg um okkara fornfrøði, eisini í framtíðini (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Tey ungu læra av tí, sum fjalir seg í jørðini - Evnið í ár er Unearthed, sum snýr seg um okkara fornfrøði, eisini í framtíðini (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2025-11-05 08:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin tann 8. november verður FIRST LEGO League kapping á Skúlanum á Fløtum. Næstan 40 lið úr øllum Føroyum fara at luttaka, og hervið er hetta nógv tann størsta FIRST LEGO League kappingin, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum øll 20 árini, síðan tær byrjaðu í 2005.

Evnið í ár er Unearthed, sum snýr seg um okkara fornfrøði, eisini í framtíðini. Hvat finna vit, tá vit grava í fortíðini? Hvør lutur, sum verður funnin, hevur eina søgu, sum knýtir bond til menniskju, hugskot og loysnir frá farnum tíðum. Hvørjar uppfinningar, tól ella tøkni fara framtíðar ættarlið at brúka fyri at skilja, hvussu vit livdu í 2025?

Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Trivnaðarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu fer at seta FIRST LEGO League dagin aftaná at øll liðini ganga inn í høllina kl 9.

Liðini kappast í robott dystum á serstøkum legobanum, hitta lið av dómarum og leggja fram nýhugsandi loysnir, sum hava við fornfrøði at gera. Kappingin í ár er so stór, at neyðugt hevur verið at samla yvir 50 dómarar, sum fara at geva stig til avrikini hjá teimum gott 400 ungu luttakarunum leygardagin.

Tvey tey fremstu liðini, sum vinna Føroyameistaraheitið og silvurheitið, fara víðari til norðurlendsku finaluna tann 29.november í Odense.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder