2020-05-11 09:14
Koronakreppan gongur hart útyvir ferðavinnuna. Tað sæst serliga aftur hjá Heathrow Airport í London.
Í apríl ferðaðust bert 200.000 ferðafólk umvegis floghavnina, sum eisini er tann størsta í Evropa.
Áðrenn koronasmittan herjaði, kundi floghavnin taka ímóti 200.000 ferðafólkum um dagin.
Sambært miðlinum Evening Standard svarar hetta til eina afturgongd á 97 prosent. Tó ferðaðust 1.788 flutningsflogfør við verndarútgerð eisini umvegis Heathrow í hesum tíðarskeiðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald