Innanlands

Størsta íbúðarverkætlan í Føroya søgu liðug

Seinasta lonin og fjóðra byggistig í íbúðarbygingini á Fløtum, sum fevnir um 111 íbúðir, er liðug – Í síðstu lonini eru 32 íbúðir, sum eru úr 45 fermetrum upp í 116 fermetrar

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-07-15 13:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Verkætlanin byrjaði í 2019 og nú bara fýra ár seinni fevnir hetta um 111 nýggjar íbúðir, nú seinasta lonin og fjóðra byggistig í íbúðarbygingini á Fløtum er liðug og er avhendað.

Í síðstu lonini eru 32 smærri og størri íbúðir, sum eru úr 45 fermetrum upp í 116 fermetrar til støddar.

- Her er nógv at fegnast um. Eitt, sum hevur ómetaliga stóran týdning er, at talan er um fjølbroyttar íbúðir, ið nøkta ymiskan tørv, alt eftir stødd á húski, segði Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, sum helt stutta røðu á samkomu úti á Fløtum.

[object Object]

- Hetta er eitt dámligt umhvørvi, har nógv fólk og serliga unglingar hava sína dagligu gongd. Økið her úti myndar í vaksandi mun býin. Talan er jú um Føroya stórsta skúlaøki við fólkaskúla, Musikkskúla og Glasir.

[object Object]

- Tit hava gjørt sera nógv burturúr trivnaði, felagshølum, terrassum, uppihaldsøkjum, grillplássum og spæliplássum, umframt grøn útiøki. Allar íbúðirnar eru hitaðar við fjarhita.

– Við tí stóra tørvinum eftir íbúðum í kommununi, so er hetta onki minni enn einastandandi, segði Annfinn Brekkstein, sum vegna býráðið takkaði fyri fyri fyrmyndarliga væl frágingið arbeiði.

- Kommunan hevur eftir førmuni stuðlað undir verkætlanina og tað er als onki yvir at dylja, at vit gleða okkum til at tit fara í gongd við næstu verkætlanina.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder