Innanlands

Størstu tapararnir á valinum í gjár

Heðin Mortensen, sum hevði farloyvi á tingi fyri at røkja borgarstjórastarvið í Havn, misti 327 atkvøður í mun til seinasta val

Heðin Mortensen á vali í ítróttarhøllini á Hálsi í gjár (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Heðin Mortensen á vali í ítróttarhøllini á Hálsi í gjár (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-12-09 12:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá tað eru vinnarar á einum vali, so eru tað eisini taparar.

Størsti taparin á løgtingsvalinum í gjár, var borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen.

Hóast Javnaðarflokkurin er ímóti dupultmandatum, so stillaði Heðin Mortensen upp til løgtingsvalið hesaferð.

Men í morgun eru tað nokk fleiri enn Heðin Mortensen sjálvur, sum ásanna, at tað kanska var betri ógjørt, tí Heðin fall við ein brest.

Á løgtingsvalinum seinast, var Heðin Mortensen fjórvaldur á javnaðarlistanum við 429 persónligum atkvøðum. Hann varð eitt nú valdur til næstformann í løgtinginum, men mátti siga hetta frá sær, tá hann varð valdur til borgarstjóra eftir kommunuvalið í 2020.

Hóast Javnaðarflokkurin hevði eitt kanónval í gjár og fór fram við tveimum tingfólkum, so var Heðin Mortensen ikki nærhendis einum tingsessi í gjár. Hann endaði sum nummar 26 av teimum 36 valevnunum á javnaðarlistanum við 102 atkvøðum.

Tá bíðað varð eftir teimum seinastu úrslitunum av Argjum og úr høllini á Hálsi í Havn, hevði borgarstjórin í Havn fingið 8 (!) atkvøður kring landið. Á Argjum gjørdist hann nummar 14 á javnaðarlistanum við 9 atkvøðum og í Havn gjørdist hann nummar 10 á javnaðarlistanum við 85 atkvøðum, so at persónliga atkvøðutalið sníkti seg upp á 102 atkvøður.

[object Object]Uni Rasmussen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ein annar tapari á løgtingsvalinum í gjár var sitandi fíggjarmálaráðharri Uni Rasmussen á fólkaflokslistanum. Hann kom buldrandi inn á løgting seinast við 465 persónligum atkvøðum.

Í gjár gjørdist Uni Rasmussen nummar 12 á fólkaflokslistanum við 208 atkvøðum, og kemur sostatt ikki eingang upp á tal sum eykafólk, um Fólkaflokkurin skuldi komið í samgongu.

[object Object]Frimodt Rasmussen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Á sambandslistanum eru fleiri taparar: Frimodt Rasmussen og Rósa Samuelsen mistu sínar tingsessir, og tað sama hendi við Jaspuri Langgaard og Edvu Jacobsen, ið hava sitið sum eykafólk á tingi hesa seinastu tingsetuna.

Jaspur Langgaard gjørdist júst ov stuttur, fekk 257 atkvøður hesaferð, tað eru átta atkvøður færri enn seinast.

Frimodt endaði á 9. plássi á sambandslistanum, fekk 232 atkvøður, 125 atkvøður færri enn seinast. Edva Jacobsen gjørdist nummar 10 við 201 atkvøðum, 49 færri enn seinast, og Rósa Samuelsen er nummar 11 við 200 atkvøðum, 114 atkvøður færri enn seinast.

[object Object]Páll á Reynatúgvu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Á Tjóðveldislistanum var ongin av teimum núverandi tingfólkunum, sum ikki vórðu afturvald. Beinta Løwe og Kristina Háfoss stillaðu ikki upp.

Men tað má vera tungt hjá Páll á Reynatúgvu, sum hevur sitið sum eykamaður á tingi eftir at Kristina Háfoss fór til Danmarkar og stjórastarvið í Norðurlandaráðnum, at missa 37 atkvøður og enda á 10. plássi, ið ikki gevur stórar møguleikar fyri at verða kallaður inn sum eykafólk.

Samað við núverandi øðrum eykamanni, Ingolf S. Olsen, sum 160 atkvøður í mun til seinast og endaði sum nummar 20 á tjóðveldislistanum hesaferð.

Hjá Framsókn eru næstan bara vinnarar, men Hanna Jensen er ikki longur fyrsta eykafólk á listanum. Hon endai á fimta plássi hesaferð við 82 atkvøðum færri enn seinast.

[object Object]Bill Justinussen mátti, hóast persónliga framgongd, lata sessin hjá sær til Steffan Klein Poulsen (Mynd: Sverri Egholm)

Hjá Miðflokkinum fekk Bill Justinussen fram við 11 persónligum atkvøðum í mun til seinast, men hann endaði sum nummar trý á listanum hesaferð og misti sín tingsess.

[object Object]Sámal Petur í Grund fekk flest atkvøður hjá Sjálvstýri, men flokkurin fekk ikki umboð eftir at hava havt umboðan á tingi út í eitt síðan 1946 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Seinasti taparin er Kristin Michelsen, sum hevur sitið á tingi í trý valskeið, fyrst fyri Javnaðarflokkin og síðan fyri Sjálvstýri. Hann gekk aftur við 39 atkvøðum, og hevði ikki komið á ting um so var at Sjálvstýri fekk umboðan. Floksformaðurin Sámal Petur í Grund fekk seks atkvøður fleiri enn Kristin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder