Innanlands

Stórt flogfelag á húsagang

Primera Air boðar í dag frá, at virksemið steðgar á midnátt

(Mynd: DR)

(Mynd: DR)

2018-10-01 21:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Lágprísflogfelagið Primera Air sigur í fráboðan í dag, at alt virksemið hjá felagnum steðgar á midnátt.

Tað skrivar Danmarks Radio í kvøld á heimasíðuni.

- Hetta er ein syrgiligur dagur fyri øll okkara starvsfólk og ferðafólk. Felagið hevur seinasta mánaðin arbeitt av øllum alvi við einari langtíðarfígging. Hetta er ikki eydnast, og vit síggja ongan annan møguleika enn at taka við fíggjartrotaviðgerð, sigur Primera Air í fráboðanini.

Nevndin sigur í fráboðanini, at fleiri viðurskifti seinastu tvey árini gera seg galdandi. Eitt flogfar er rustað burtur, og tað hevur kostað næstan 10 milliónir evrur at gera aftur.

Eisini hava seinkingar verið á handanini av nýggjum Airbus 321 flogførum, sum merkir, at Primera Air hevur leigað flogfør inn fyribils, og rindað í alt 20 milliónir evrur fyri tað.

Primera Air er partur av Primera Travel Group, sum íslendingar eiga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder