Mentan

Stórt innandura spæliland í SMS

Wild West-øki á Torginum í SMS frá 19. juni til 20. juli

(Mynd: SMS)

(Mynd: SMS)

2024-06-18 20:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú kunnu bæði børn og foreldur gleða seg til tað stóra Wild West-økið inni í SMS alla summarfrítíðina.

Vit vita, at summarveðrið í Føroyum kann vera skiftandi, og tá er gott við einum innandura spælilandi, har børnini altíð kunnu spæla í góðum veðri. 

Spælilandið er á Torginum frá 19. juni til 20. juli. 

Sum heitið sigur, verður eitt Wild West-spæliland við hestum, kaktussum, hestavogni og gullgravarum. Í Wild West kanst tú eisini reiggja, skreiða, hoppa og spæla, at mann er farin aftur í tíðina , tá ið tað var sum Wild West West. 

Bara hugflogið setir mark her, og tað er sjálvandi ókeypis at spæla í Wild West. 

Mikudagin 19. juni, tá Wild West letur upp, bjóðar SMS okkurt leskiligt frá klokkan 15 til klokkan 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder