Innanlands

Stórt stuðulstiltak á Strondum sunnudagin

Hetta er til frama fyri felagskapinum Tæn Afrika, ið hevur verkætlanir í Etiopia, Liberia og Suðurafrika. Fleiri sangframførslur vera í bygdahúsinum

Byrjað verður klokkan 17 í bygdahúsinum

Byrjað verður klokkan 17 í bygdahúsinum

2024-09-27 09:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin 29. septembur klokkan 17.00 verður stórt stuðulstiltak í bygdahúsinum á Strondum

Hetta er til frama fyri Tæn Afrika.

Talan er um ein føroyskan missiónsfelagskap, ið arbeiðir við verkætlanum í trimum afrikanskum londum: Etiopia, Liberia og Suðurafrika.

- Vit hjálpa neyðstøddum familjum, børnum og ungum, ið liva í slumminum og á gøtunum í stórbýunum. Vit stuðla dreingjaheimi, barnagarði og geva mat og læknahjálp. Stuðla íverksetan og fortelja menniskjum um gleðiboskapin og um Jesus. 

Stuðulstiltakið sunnudagin er ókeypis at koma til, men tað er fyri at varpa ljós á felagskapinum og arbeiði. Møguleiki er eisint at stuðla við at keypa lutir og annars við at lata eina gávu til Tæn Afrika.

Fleiri sangframførslur vera. Eyðun Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Jan Jacobsen,  Silja Frederiksberg, Magni Christiansen og Harmonikuvinir koma at framføra.

Øssur Kjølbro, prestur, hevur andaktina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder