Innanlands

Stórur áhugi fyri at búseting á Skála

Talan er um 27 grundstykkir, at kalla miðskeiðis í bygdini

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

2019-05-29 18:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hálvan tíma fyri almenna býráðsfundin á Skála í gjár, var kunningarfundur hildin um ætlaðu útstykkingina suður frá Hórheiðum. Magni Thomsen, umboðandi felagið FORMO, greiddi frá gongdini í málinum, og neyvætlingin er nú komin so mikið ávegis, at útstykkingin kann bjóðast út í næstu viku.

Talan er um 27 grundstykkir, at kalla miðskeiðis í bygdini, og hildið verður, at tað fer at taka einar 11-12 mánaðir at fremja verkætlanina – útstykkingina - í verki, skrivar Runavíkar kommuna.

Stórur áhugi er fyri málinum, fyri at seta búgv á Skála, tað sást ikki minst á uppmøtingini í gjár, og meiri og ítøkiligari verður kunnað um ætlanina, táið hon er búgvin at bjóða út. Eftir tað fer eisini at bera til at fáa meiri at vita um útstykkingina við at venda sær til Runavíkar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder