Innanlands

Stórur áhugi fyri Atlantic Fair í Klaksvík í 2024

Altjóða sjóvinnuframsýningin Atlantic Fair, sum verður í Klaksvík 28. til 30. mai komandi ár, kann longu nú, sjey mánaðir undan messuni,  boða frá,  at alt framsýningsøkið er bílagt.

2023-10-29 11:32 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta er væl fyrr enn til undanfarnar messur, og merkja vit eisini ein størri áhuga frá útlendskum fyritøkum, bæði fyri Føroyum og  føroyskari vinnu sigur Atlantic Fair í tíðindaskrivi.

[object Object]

Hetta verður 11.  ferðin, at messan verður hildin, og 7. ferð  hon er í Klaksvík. Fyrstu ferð messan varð hildin var í 2001, og hevur hon verið eitt afturvendandi tiltak annað hvørt ár, við nøkrum fáum undantøkum, eitt nú tá corona gjørdi um seg í 2021.

Umframt sjálva framsýningina verða eisini viðkomandi fyrilestrar á messuni.

Á messuni í 2022 luttóku 195 framsýnarar úr 20 ymiskum londum og 4.500 vitjandi teir tríggjar dagarnar messan var opin.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder