
Komandi leygarkvøld, 11. oktober, verður stórur dansur í Dansifrøi.
Tað verður norski dansibandsbólkurin "Gutta fra Scandinavia" sum verður á skránni.
Gutta fra Scandinavia eru Steinar Storm Kristiansen og Terji Mårstad, teir vóru høvuðsmenn í bólkinum "Scandinavia" sum var ein av best umtóktu dansibandsbólkunum í Skandinavia frá 1988 til teir góvust í 2009. Teir vóru fleiri ferðir í Føroyum, og vóru teir sera væl umtóktir.
Síðan tá hava teir báðri ferðast runt undir navninum Gutta fra Scandinavia. Teir vóru ímillum annað á Dansibandfestivalinum í Vági í 2017- 2019- 2023 og 2025
Nú verða teir í Dansifrøði leygarkvøldið, og í steðginum verður tað Finnur S. Olsen frá "Upp á tá" sum fer at velja tónleikin.
Sølan av atgongumerkjum gongur sera væl, men enn eru nøkur eftir, og fáast tey á atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald