Innanlands

Stórur ivi um býráð í Runavík situr lógliga

Tingfólk øtast um at tað skal ganga so langa tíð at góðkenna valið í Runavíkar kommunu – landsstýrismaðurin lovar, at tað verður gjørt áðrenn ársskiftið

Handfaringin av atkvøðunum í Oyndarfirði verður framvegis kannað sum løgreglumál (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

Handfaringin av atkvøðunum í Oyndarfirði verður framvegis kannað sum løgreglumál (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2025-10-22 14:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Eftir míni sannføring eru sannlíkindini stór fyri, at núverandi býráð í Runavíkar kommunu ikki situr lógliga, og um avgerðirnar, sum býráðið hevur tikið síðan tað tók við á nýggjárinum, eru gyldugar. Tí valið í Runavíkar kommunu er ikki avgreitt og góðkent enn.

Tað segði Jacob Vestergaard, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, tá hann í dag setti landsstýrismanninum við løgmálum ein hvassan spurning, tá fráboðaðir munnligir fyrispurningar til landsstýrið vóru á skrá í dag.

Fleiri tingfólk bera ótta fyri, at vit her hava ein stóran fólkaræðisligan trupulleika.

[object Object]Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Óvanligt mál uttan fyridømi

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, vísti á, at málið viðvíkjandi kommunuvalinum í Runavík er eitt óvanligt mál, sum tað ikki er fyridømi um í donsku rættarskipanini frammanundan.

Talan er um atkvøðurnar, ið vórðu givnar á valstaðnum í Oyndarfirði. Í stuttum er málið tað, at eftir at valið varð avgreitt og atkvøðurnar upptaldar, vóru atkvøðurnar lagdar í ein plastposa, sum valstýrisformaðurin tók við sær heim til hús. Hann fór ikki til kommunuskrivstovuna í Runavík við atkvøðunum fyrr enn dagin eftir.

Men í fínteljingini vísir tað seg at onkur krossur var funnin afturat, sum ikki varð sæddur undir uppteljingini í Oyndarfirði kvøldið fyri. Hetta broytti tað upprunaliga úrslitið, ið varð kunngjørt á valkvøldinum, tí eitt valevni, sum kvøldið fyri helt seg vera valt, misti sessin við lutakasti.

Valið var beinanvegin kært til Løgmálaráðið, og er síðan meldað til løgregluna fyri at kanna, um lógarbrot er framt.

Góðkent við fyrivarni

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, greiddi tinginum frá, at tá nývalda býráðið góðkendi valið, var tað við tí fyrivarni fyri, at málið verður kannað hjá løgregluni, og at eitt møguligt rættarmál kann koma til eina aðra niðurstøðu sum ger, at góðkenningin má takast upp til nýggja viðgerð.

Bjarni K. Petersen greiddi frá, at løgmálaráðið fylgir málinum neyvt, og fer at handla, tá løgregla og rættarskipan er komin fram til eina niðurstøðu.

Tingfólk øtast

Tingfólk í salinum øtaðust yvir, at tað skal taka so langa tíð at fáa hetta mál avgreitt, ug undraðu seg eisini stórliga yvir, at Runavíkar býráð kann virka, tá valið ikki er góðkent.

Eitt nú helt Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum, at hetta málið vísir fullkomið atgerðarloysi í Løgmálaráðnum, meðan Hanna Jensen úr Framsókn vísti á, at hetta málið er eitt ‘opið sár’ í okkara skipan og ávaraði um, at tað ikki eigur at vera settur ivi um okkara fólkaræðisligu prosessir.

[object Object]Jacob Vestergaard (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

- Gamla býráðið átti at sitið enn

Tá Jacob Vestergaard fekk orðið aftur, vísti hann á, at í Danmark er skipanin soleiðis, at gamla býráðið verður sitandi til valið av nýggja býráðnum er endaliga góðkent. Hann er tí av teirri sannføring, at tað átti at verið tað gamla býráðið, sum enn sat í Runavík. Her kann koma at verða settur ivi um, hvørt tær avgerðir, sum nýggja býráðið hevur tikið, yvirhøvur eru galdandi.

- Tað er ikki uttan orsøk, at kommunuvalið verður hildið longu tíðliga í november, og nýggju kommunustýrini ikki taka við fyrr enn á nýggjárinum. Tað er júst fyri, at ivamál kunnu avgreiðast áðrenn valda býráðið tekur við. Men nú er skjótt eitt ár liðið síðan kommunuval var, og enn situr eitt býráð, sum ikki er endaliga góðkent, segði Jacob Vestergaard.

Avgreitt í ár

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, segði í hesum sambandi, at Løgmálaráðið ikki ætlar sær at bíða til málið er avgjørt í Hægstarætti, tí tað fer helst so langt.

Hann vissaði spyrjaran og løgtingsfólk um, at Løgmálaráðið fer at avgreiða málið – hann brúkti orðingina “fyrihalda seg til málið” – áðrenn hetta árið er runnið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder