![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Síðsta vikuskiftið skrivaðu vit um, at bóndin í haganum yvir Argjum ikki longur fekk rikið, tí so nógv fólk gingu í haganum. Stig vórðu tí tikin at seta varðasteyrar upp hjá fólki at ganga niðan á Kongavarða eftir.
Men tað var ein stokkutt gleði.
Gunn Sloan Müller, sum er dóttir bóndan, og sum hevur verið við til at sett steyrarnar upp, kom fyrr í vikuni við einum hjartasuffi á Facebook. Stórur partur av steyrunum eru horvnir.
(Mynd: Gunn Sloan Müller)
- Vit hava sett 40 steyrar niður niðan á Kongavarða, men har eru einans 18 eftir. Vit vita ikki hvat er hent, um onkur hevur tikið teir ella hvat. Vit síggja ongar steyrar liggja nakrastaðnis í haganum. Teir eru horvnir, skrivar Gunn Sloan Müller.
Hon heitti á fólk sum vita nakað um hetta seta seg í samband við seg, men hon sigur, at enn hevur hon einki frætt um hvør orsøkin til horvnu steyrarnir kann vera.
Nýggir steyrar at ganga eftir verða settir upp.
- Sum festari av hesum hagaparti, havi eg onki ímóti at tað verður gingið niðan á Kongavarða. Eg vil hava at fólk nýta eina og somu rás, soleiðis at seyðurin fær frið at liggja á biti við meira, sigur Poul Müller, bóndi.
Portur er sett upp við Glyvursvegin, har steyrarnir byrja frá. Gøtan er løgd mitt millum sunnara- og norðara hagan, har seyðurin er býttur upp.
Les eisini: Seyðurin ikki longur til at reka
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald