Innanlands

Stórur samanstoytur í J.C. Svabosgøtu

Ein persónsbilur fór í gjár á glið í krapanum og rendi í ein býarbuss. Stórur materiellur skaði var, men eingin mansskaði. Falskur alarmur var á Sundsverkinum um midnáttarleiti

Tað var um 10-tíðina, at ein bilur fór á glið, tá hann kom um hornið á J.C.Svabosgøtu - tætt við Landssjúkrahúsi. Tað var hált og krapi (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var um 10-tíðina, at ein bilur fór á glið, tá hann kom um hornið á J.C.Svabosgøtu - tætt við Landssjúkrahúsi. Tað var hált og krapi (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-07 07:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt ferðsluóhapp var í høvuðsstaðnum í gjár, sum hevði við sær stóran materiellan skaða men tíbetur ongan fólkaskaða.

Hesum boðar vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn frá í morgun. 

Tað var um 10-tíðina, at ein bilur fór á glið, tá hann kom um hornið á J.C.Svabosgøtu - tætt við Landssjúkrahúsi. Tað var hált og krapi.

Persónsbilurin fór yvir á hina koyribreytina og rendi frontalt inn í ein býarbuss. Talan var um rímiliga harðan samanstoyt, og serliga persónsbilurin fekk skaða, og kundi hann ikki koyra víðari.

Tað var annars lítið á døgnrapportini hjá løgregluni, men um midnáttarleitið fór almarurin á Sundsverkinum. Sløkkilið og onnur vóru skjótt til reiðar, men tað vísti seg, at talan var um okkurt mistak í skipanini - eitt slag av følskum alarmi. Har var eingin roykur ella eldur varð staðfest.

Vaktleiðarin kundi annars ikki siga nakað nýtt um støðuna hjá Kambi, men vísti til boðini frá MRCC í morgun um víðkaða leiting og vónaði, at veðrið fer at vera gott fyri at gera umstøðurnar betri. Tveir mans eru framvegis saknaðir.

Sí eisini: Leitiøkið blívur alsamt størri

Í mun til bjargingina í gjár, segði vaktleiðarin hjá løgregluni, at tað hevði gingið lutfalsliga væl og skjótt hjá tilbúgvingini: Tyrlan kom skjótt á staðið, og tá lent var á Suðuroynni høvdu Tvøroyrar kommuna og Landsverk gjørt sítt fyri at syrgt fyri, at skjótt var at koma til Suðuroyar Sjúkrahús, sum teir bjargaðu av skipunum vórðu førdir á.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder