placeholder
Innanlands

Stórur vøkstur í talinum á smittaðum í Fraklandi

Vøksturin í talinum á smittaðum hendir samstundis sum skúlarnir byrja aftur og stóra súkklukappingin Tour de France byrjar.

Tað er stórur vøkstur í talinum á smittaðum í Fraklandi, samstundis sum stóra súkklukappingin Tour de France, ið vanliga savnar nógv fólk, byrjaði í býnum Nice í dag.(Mynd: EPA)

Tað er stórur vøkstur í talinum á smittaðum í Fraklandi, samstundis sum stóra súkklukappingin Tour de France, ið vanliga savnar nógv fólk, byrjaði í býnum Nice í dag.(Mynd: EPA)

2020-08-29 16:22 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Koronasmittan breiðir seg aftur í Fraklandi. Seinasta samdøgri eru skrásettir 7.379 koronutilburðir í landinum. Tað er tað hægsta talið á smittaðum eitt samsøgur síðani 2 mars. Hetta boða heilsumyndugleikarnir í landinum frá.

Harafturat eru skrásett 20 nýggj andlát við covid-19, harvið er samlaða talið á deyðum við smittuni 30.596.

Smittan rakar fólk í øllum aldursbólkum, og tað er ein serliga stóru vøkstur í talinum á smittaðum millum tey ungu. Hetta skrivar Danmarks Radio.

Nýggju smittutølini raka Frakland samstundis sum skúlarnir byrja aftur, og nógvir fraklendingar byrja aftur til arbeiðis eftir summarferiuna. Harafturat byrjaði stóra súkklukappingin Tour de France, ið vanliga savnar nógv fólk, í dag. Myndugleikarnir hava tó sett avmarkingar, soleiðis at ov nógv fólk ikki savnast til súkklukappingina. 

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder