Innanlands

Stovnur undir Almannaverkinum í Runavík raktur av korona

Nú er koronasmittað staðfest hjá starvsfólki á tveimum stovnum

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-08-07 13:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Talan er um eitt starvsfólk á einum stovni í Runavík. Talan er um ein stovn við fjølbrekaðum borgarum og borgarum við menningartarni, og sostatt er talan um fólk í vandabólkinum.

Talan er um ein stovn í Blikagøtu í Runavík, sigur Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum fyri Kringvarpinum.

Talan er um eitt starvsfólk, sum í gjárkvøldið fekk staðfest korona. Viðkomandi starvsfólk, sum fyrr í vikuni varð testað negativt, hevur arbeitt við masku og handskum á stovninum, áðrenn viðkomandi lat seg kannað á øðrum sinni.

Íbúgvarnir á rakta stovninum búva í íbúðum, og verða nú avbyrgdir í størst møguligan mun í egnum íbúgvunum, so at bara eitt avmark tal av starvsfólki kemur í samband við hvørt einstakt búfólk, sigur Edvard Heen.

Eisini er ætlanin at flyta nøkur búfólk á ein umlættingarstovn í Runavík.

Hetta er annar stovnurin undir Almannaverkinum, er raktur av korona. Í gjár varð staðfest at eitt starvsfólk á einum bústovni hevði fingið smittuna. Edvard Heen segði við útvarpið í gjár, at neyðug tiltøk eru sett í verk, tí møguleiki er ikki fyri at steingja ein slíkan bústovn.

Á hesum stovni er ikki talan um búfólk í vandabólki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder