Mentan

Stradivarius í Løkshøll og Hátúni

Altjóða viðurkendir klassiskir tónleikarar verða at hoyra um vikuskiftið

2025-09-17 19:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi vikuskiftið verður høvi at hoyra tveir einastandandi tónleikarar í Hátúni og í Løkshøll, nevnliga violinleikaran Antal Zalai saman við klaverleikaranum Adam Heron.

Hesir tónleikarar eru virtuosar í orðsins sanna týdningi, og saman fara teir at framføra eina spennandi skrá, ið spennir sera víða – frá yndisligum klassiskum verkum til villan sigoynaratónleik.

Konsertirnar verða:
Leygardagin 20 september kl. 15 í Hátún, Tórshavnar Musikkskúli – atgongumerki á 100 krónur fáast við dyrnar.
Sunnudagin 21 september kl. 15 í Løkshøll - atgongumerki á 100 krónur kunnu keypast á loksholl.fo og atgongumerki.fo

Næmingar fáa avsláttur. 

Um tónleikararnar:

Antal Zalai er føddur í Budapest í eini romafamilju av tónleikarum. Antal starvast dagliga sum violinprofessari á konservatoriunum í Brússel, og spælir á eina Stradivarius violin frá 1733.

Afturat konsertvirkseminum hevur Zalai fingið ein stóran altjóða fjepparaskara á YouTube, har framførslur hansara av m.a. øllum 24 caprisunum hjá Paganini – eru sæddar fleiri milliónir ferðir.

Adam Heron er av nigerianskum-filippinskum uppruna og búsitandi í Onglandi. Hann gjørdist kendur sum finalistur í BBC Young Musician kappingini í 2018 og vann í 2020 Harriet Cohen Bach Prize. 

Umframt at spæla klaver, er Adam eisini tónaskald og dirigentur. Hann hevur spælt við orkestrum sum Chineke! Orchestra og við tónleikarum sum Chi-chi Nwanoku CBE og Amy Dickson. Hann hevur framført á mongum stórum pallum, frá Wigmore Hall í London til National Centre for the Performing Arts í Mumbai.

Tíðindaskriv frá Konsertfelagnum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder