Innanlands

Strandferðslan boðar frá fleiri avlýsingum

Fleiri Bygdaleiðir eru givnar at koyra, og fleiri túrar hjá Teistanum eru eisini avlýstir í kvøld

Teistin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Teistin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-12-18 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Veðrið ávirkar framvegis koyringina og siglingina hjá Strandferðsluni, og seinnapartin boðar Strandferðslan frá fleiri avlýsingum.

Leið 400 gavst at koyra stutt fyri klokkan tvey, og leið 410 koyrir sín seinasta túr úr Gøtudali klokkan 15.05. Leiðirnar 500, 506, 600, og 601 koyra heldur ikki í løtuni.

Eisini verður boðað frá fleiri avlýsingum og broytingum í ferðaætlanini hjá Teistanum.

Túrarnir klokkan 19.10 og 19.30 á Hestleiðini eru avlýstir fyri veður, og á Sandoyarleðini er seinasti túrur úr Skopun klokkan 18.35, og túrurin av Gomlurætt klokkan 20 er framskundaður til klokkan 19.15, og tað verður seinasti túrur í dag. Fyrsti túrur hjá Teistanum úr Skopun í morginárini verður klokkan 8.10.

Á Suðuroyarleiðini verður túrurin av Krambatanga klokkan seks í morginárini fluttur til klokkan níggju, og tað merkir, at túrarnir av Havnini klokkan 08.45 og av Krambatanga klokkan 11.30 ikki verða sigldir. Siglt verður av Havnini aftur klokkan 16, og eftir ætlan verður siglt sambært ferðaætlan tað ið eftir er av degnum, skrivar Strandferðslan.

Lagt verður afturat, at Bygdaleiðir koyra í sambandi við broyttu ferðaætlanina.

Kunning frá Strandferðsluni sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder