Innanlands

Strandferðslan boðar frá seinkingum á Suðuroyarleiðini

Orsøkin er, at Smyril í løtuni siglir við trimum motorum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-29 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Smyril siglir í løtuni við trimum motorum, og hetta kemur at hava seinkingar við sær í dag, skrivar Strandferðslan í morgun.

Umframt hetta er møguleiki fyri, at túrurin av Havnini klokkan 16 ikki verður sigldur vegna umvælingararbeiði.

Meira kunning kemur seinni, skrivar Strandferðslan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder