Hasfjord er framvegis ikki í sigling á leið 85, og er tað fyribils galdandi til seinnapartin í dag, boðar Strandferðslan frá á heimasíðuni.
Allar bíleggingar við Hasfjord eru avlýstar til og við kl. 11.15 í dag, mánadagin 7. juni. Stór akfør kunnu tó bíleggja pláss umborð á Ternuni, so leingi Hasfjord ikki siglur, verður sagt.
Hesir túrar eru tó undantiknir:
15.50 av Gomlurætt
17.20 av Gomlurætt
Avmarking pr. akfar er eisini soleiðis:
Mest loyvda vekt er 40 tons
Mest loyva longd er 18 metrar
Mest loyvda hædd er 4,10 metrar
Mest leoyvda breidd 3,20 metra
Nærri kunning um siglingina kemur seinni, skrivar Strandferðslan á heimasíðuna.
Les eisini: Maskinbrek orsøkin til at Hasfjord bar við land
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald