Innanlands

Strandferðslan og flogferðslan ávirkað av veðrinum

Fleiri bygdaleiðir koyra ikki í løtuni, og fleiri flogfør eru seinkað í dag

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-12-17 12:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eins og í gjár eru koyrilíkindini sera ring, og ávirkar tað ferðsluna um alt landið.

Strandferðslan hevur í hesum sambandi boðað frá fleiri avlýsingum.

Fyribils er eingin koyring á bygdaleiðunum 100, 300, 400, 410, 440, 450, 500, 506, 600, og 601.

Tað er heldur eingin sigling á leið 56 millum Klaksvík og Syðradal, men siglingin verður tikin uppaftur klokkan 14, og siglt verður eftir ferðaætlanini restina av degnum.

Kunning um broytingar hjá Strandfeðrsluni sæst her.

Nógv flogfør seinkað

Eisini ferðslan um Vága floghavn er ávirkað av veðrinum í dag.

Tvær fráferðir, sum skuldu vera um halvgum níggju tíðina í morgun, til Keypmannahavn og Gran Canaria eru útsettar til klokkan ávikavíst 13 og 13.45, og ein onnur fráferð til Keypmannahavnar klokkan 14.30 er útsett til klokkan 19. Ein fráferð til Keypmannahavnar í kvøld er avlýst.

Eitt flogfar, sum skuldi koma úr Stavanger á middegi, er eisini seinkað, og tað sama verða tvey flogfør, sum koma úr Keypmannahavn í kvøld.

Yvirlit sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder