Innanlands

Streymurin aftur í meginøkinum

Streymurin kom aftur og fór síðani aftur í høvuðsstaðnum, men nú er alt í lagi, boðar SEV frá. Orsøkin til streymslitið er framvegis óviss

2020-11-04 16:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stutt eftir klokkan tvey fór streymurin í meginøkinum. SEV kundi ikki siga nakað um orsøkina, men at streymurin fór at vera burtur ein tíma ein meginøkinum.

Hann var burtur í minni enn ein tíma, men fór síðani aftur í Tórshavn og økinum rundanum. Tað gekk tó ikki long til, til streymurin var aftur.

SEV kunnaði fyri løtu síðani um, at streymurin var komin aftur í meginøkinum, men kann framvegis ikki siga nakað um orsøkina til streymslitið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder