Innanlands

Streymurin farin sunnast í Føroyum

Sev arbeiðir í løtuni við at seta eitt neyðstreymsanlegg upp

Lopra og hinar bygdirnar sunnast í Føroyum liggja í streymloysi í løtuni (Mynd: Google)

Lopra og hinar bygdirnar sunnast í Føroyum liggja í streymloysi í løtuni (Mynd: Google)

2022-12-15 09:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt kaðalbrek er á leiðingini millum Vágsverkið og Lopra

Tað tekur okkurt um ein tíma, áðrenn streymurin er komin aftur í Lopra, Økrum og Sumba, sum mistu streymin í morgun.

Sev upplýsir, at talan er um eitt brek á streymleiðingini millum Vágsverkið og Lopra.

Bert ein streymlinja er á hesi leiðini er neyðugt at seta upp eitt neyðstreymsanlegg í økinum meðan arbeitt verður upp á linjubrekið.

Væntandi tekur tað um ein tíma, áðrenn neyðstreymurin er farin at virka, upplýsti vakthavandi hjá Sev fyri Kringvarpinum klokkan 9.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder