Innanlands

Stríð um ælabogamáling: Andstøðulimir harta Elsu Berg

- At mála almennan veg / parkeringspláss í Gundadali uttan at hetta er viðgjørt í teknisku nevnd ella í býráðnum vísir, hvussu Elsa Berg handlar í heimildarloysi og setur allar vanligur demokratisku reglar til viks

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Elsa Berg, hjálpti til at mála í gjár. Hetta, og tað at súmboli hjá LGBT+ er málað á almennan veg/parkeringspláss, er fallið summum fyri bróstið (Mynd: LGBT+ Føroyar)

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Elsa Berg, hjálpti til at mála í gjár. Hetta, og tað at súmboli hjá LGBT+ er málað á almennan veg/parkeringspláss, er fallið summum fyri bróstið (Mynd: LGBT+ Føroyar)

2025-07-24 17:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið legði borgarstjórin í Tórshavnar kommunu myndir út á sín egna Facebook-vanga, har hon hjálpti LGBT+ Føroyum at mála eitt strekki við parkeringsøki uttanfyri Gundadalshøllina.

Hetta var sjálvandi í ælabogalitunum, sum LGBT+ nýtir. Hetta er eisini fallið summum fyri bróstið - tað sæst serliga á sosialu miðlunum - og millum annað nøkrum andstøðulimunum í Tórshavnar kommunu.

Sí eisini: So litfagurt í Gundadali

Tað byrjaði við, at Birgir Nielsen í viðmerkingartráðnum undir uppslagnum millum annað viðmerkti hetta: 

-  Kanska Elsa Berg borgarstjóri kann svara mær og øðrum borgarum í Tórshavnar Kommunu hvør kommunalur myndugleiki hevur givið loyvið til at mála á almennan veg ella parkeringspláss í Tórshavnar kommunu, spyr Birgir Nielsen nú borgarstjórin hevur deilt myndir út á sín Facebook profil, har hon málar veg saman við øðrum(...)  Mær vitandi hevur Tórshavnar býráð ikki viðgjørt nakra umsókn ella ei heldur givið nakað loyvi til slíkt.

Men fólkafloksmaðurin hevur ikki bíðað eftir einum "skjótum og væl grundaðum svari" frá Elsu Berg, sum hann orðaði seg.

[object Object]
Birgir Nielsen beint omanfyri Elsu Berg til eitt tiltak (Mynd: Sverri Egholm)

Seinnapartin hevur Birgir Nielsen lagt eitt skriv út á sín egna Facebook-vanga, har hann saman við florksfelagnum Høgna Vilhelmsen og Sambandsmanninum Annfinni Brekkstein hartar Elsu Berg.

Undir yvirskriftini "Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin" siga teir seg vera bilsnar av, at borgarstjórin hevur málað har við ávísum litum sum symboliserar ávísa rørslu - sambært teimum er tað uttan heimild.

- At mála almennan veg / parkeringspláss í Gundadali uttan at hettar er viðgjørt í teknisku nevnd ella í býráðnum vísir hvussu Elsa Berg – enn einaferð handlar í heimildarloysi og setur allar vanligur demokratisku reglar til viks, - fyri at tekkjast ávísari rørslu og harvið háðar øll hini við sínum framferðarhátti. Hettar er langt úti og vilja vit taka frástøðu frá hesum.

Víst verður á, at "Gundadalur skal ikki symbolisera nakra ávísa rørslu av slíkum slag".

-  Sovorin symbol hoyra als ikki heima har og vit taka frástøðu frá Elsu Berg og hennara líkar fyri at seta allar demokratisku reglar til viks fyri ávísa rørslu, stendur í skrivinum hjá Birgiri, Høgna og Annfinni.

Andstøðutinglimirnir siga seg virða, at fólk eru ymisk, men at" ymiskleikin skal ganga báðar vegir".

Í juni tvífaldaði Tórshavnar kommuna stuðulin til LGBT+ úr 50.000 upp í 100.000 krónur. Hetta er millum annað fígging til Pride-skrúðgonguna beint fyri ólavsøku. Tá talaðu nevndu andstøðulimir eisini at. 

Tað er Faroe Pride-vika, og Pride-skrúðgongan verður sum vant 27. juni. Byrjað verður við nú nógv umrøddu málingina sunnudagin. 

Dagført: 20.06

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder