Eitt gamalt stríð er kyknað upp aftur í handasta landsynningshorninum av Evropa, nærhendis Kaspiskahav. Stríðið millum Armenia og Aserbajan um landslutin Nagorno-Karabakk.
Síðan sunnudagin hevur vápnað stríð verið millum herdeildir frá londunum í fjallalendinum, sum síðan 1994 hevur verið undir leiðslu av armenarum.
Armenska verjumálaráðið sigur í morgun, at ein sivilur bussur stendur í ljósum loga í armenska býnum Vardenis, eftir at hann varð raktur av loftverjukanónum hjá Aserbajan.
Sambært aserbajanskum myndugleikum lótu 26 av teirra hermonnum lív í gjár. Talið av deyðum hermonnum er sostatt komið upp um 80, skrivar BBC.
Myndugleikarnir siga eisini, at tvey sivilfólk doyðu í gjár. Og sunnudagin vóru fimm persónar í eini familju dripnir. Armensku myndugleikarnir siga, at landið hevur mist 200 fólk í vápnaða stríðnum hesar seinastu dagarnar.
Bæði londini skuldseta hvønn annan fyri at vera orsøk til at stríðið er kyknað aftur og fyri at hava dubbað við fleiri herfólkum í økinum.
Støðan gerst ikki betri av, at Aserbajan fær hernaðarligan stuðul úr Turkalandi. Russland, hinvegin, sum hevur herstøðir í Armenia, men eisini stuðlar Aserbajan, heitir á londini um at finna fram til vápnahvíld, skrivar dr.dk.
Nagorno-Karabakk liggur í Aserbajan, men er ein sjálvstøðugur statur við egnum forseta, gjaldoyra og flaggi, stuðlaður av Armenia.
Ósemjan í økinum byrjaði eftir at Sovjetsamveldið syndraðist seinast í 1980’unum.
Tá atkvøddu etniskir armenarar í Nagorno-Karabakh fyri at gerast ein partur av Armenia, og hetta førdi til vápnað stríð, sum vardi til 1994, tá vápnahvíld kom í lag. Síðan hava verið gjørdar nógvar royndir at finna fram til eina friðarliga avtalu millum londini.
Til søguna hoyrir eisini, at Armenia í høvuðsheitum er kristið, meðan Aserbajan í høvuðsheitum er muslimskt.
Fleiri lond hava áhugamál í stríðnum, og bæði ES, Turkaland og Russland hava mælt til vápnahvíld, men uttan tó at verða hoyrd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald