Tað hevur verið nakað av rumbli, og korini hava verið trong kring Tjóðpallin og yrkisleiklistina. Hetta staðfesti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Almanna- og Mentamálum, eisini, tá hon hitti nývalda Leiklistaráðið í síðstu viku
Heimasíðan ammr.fo skrivar eisini, at Sirið Stenberg gav nakað av kunning uppgávurnar hjá Leiklistaráðnum: Tað skal umrøða millum annað leikskrá, fíggjarstøðu og fíggjarætlan, sum skal góðkennast og Leiklistaráðið setir stjóran og skal tryggja samstarv á breiða leiklistaøkinum.
Tað er tó eingin ivi um, hvat fyrsta stigi og ítøkiliga málið verður hjá nýliga samansetta ráðnum. Tað er at gera tilmæli til landsstýriskvinnuna um stuðul til yrkisleiklist.
Nýggja tjóðleikhúsið er eisini á breddanum. Har er framvegis ymiskt, sum skal koma uppá pláss - millum annað fígging:
- Nina Arge, verkætlanarleiðari hjá Landsverk, og Heidi Poulsen og Rúni Abrahamsen frá MAP Arkitektum, sum vunnu arkitektakappingina, vístu í eini framløgu fyri fundarfólkinum, hvussu ætlanin er, at nýggja húsið á Eystari Bryggju fer at síggja út. Arbeitt verður við at fáa ymisk viðurskifti upp á pláss við kommununa, og síðan skal uttanhýsis fígging fáast til vega aftrat tí triðingspartinum, sum landið eftir ætlan játtar.
Í Leiklistaráðnum eru nú : Margretha Nónklett (forkvinna), Benjamin Gaasedal, Durita Dahl Andreassen, Ria Tórgarð, Heini Gaard, Barbara Hentze í Stórustovu og Arnfinnur Nesá (vantar á myndini)
Mynd: ammr.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald