Innanlands

Stuðulstiltak hjá Tæn Afrika á Strondum sunnudagin

Nógvar sangframførslur - frá strandingum og øðrum - vera í Bygddarhúsinum á Strondum. Byrjað verður klokkan 15

2023-10-25 11:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin 29. oktobur klokkan 15.00 verður skipað fyri einum serstakum stuðulstiltaki í bygdahúsinum á Strondum.

Á skránni eru millum annað nógvar sangframførslur. Tað eru lokalir sangarar og bólkar kór, men eisini fólk aðrastaðni frá.

Fyrireikarnir boða frá, at hesi luttaka: Magni Christiansen, Lisa og Silja Frederiksberg, Markus Olsen, Stranda sangkóri, Harmonikuvinir, Svein í Prestgarði, Jan Jacobsen og Terje B. Vestergaard

Eisini verður felagssangur á skránni, ein andakt og síðani kaffi aftaná.

Sjóvar kommuna skrivar eisini á heimasíðu sínari, at møguleiki verður at lata eina peningagávu til felagsskapin Tæn Afrika, ið er ein missiónsfelagsskapur, ið arbeiðir við fleiri verkætlanum í Etiopia, Liberia og Suðurafrika.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder